|
Hvat er EDU og hvørja hjálp fært tú frá okkum?
EDU umboðar Danmark og Føroyar í altjóða lesnaði, og samstarvar við fleiri hægri lærustovnar uttanlands. Sí listan yvir lærustovnarnar her.
Ætlar tú at fara undir lestur á einum av okkara samstarvsuniversitetum, so er tað okkara uppgáva at hjálpa við øllum tí praktiska, sum er at gera tá ið tú skal lesa í útlandinum. Hetta kann vera kunning um lærustovnarnar og útbúgvingarnar, umsóknir, SU, bústað, visum, og alt annað, bæði stórt og smátt. Snøgt sagt hjálpa vit tær at greiða tær fløkjurnar sum kunnu vera, tá ið tú skal lesa í útlandinum.
Vegleiðingin er ókeypis, og við nógvu royndum okkara kunnu vit hjálpa tær ávegis.
Hvørja hjálp veitir EDU føroyskum lesandi?
Tá tað kemur til lestur í útlandinum, eru føroysku stuðulsmøguleikarnir millum teir allarbestu í heiminum. Men hóast tað, so eru fleiri viðurskifti, sum skulu koma í rættlag áðrenn dreymurin um lestur í útlandinum gerst veruleiki. Hesum hjálpa vit tær við.
Vit hava skrivstovu í Keypmannahavn. Tú ert vælkomin at ringja ella senda ein teldupost. Ella støkk inn á gólvið, um tú ert í Keypmannahavn.
Tú kanst eisini fáa eitt prát við okkum, tá ið vit eru í Føroyum. Vit eru altíð við á afturvendandi útbúgvingarstevnuni Markleys útbúgving. Í samband við ferðirnar hjá okkum í Føroyum ber sjálvsagt til at gera serliga avtalu um at vit kunnu hittast
EDU hevur eisini gott samstarv við Altjóða skrivstovuna í Havn. www.ask.fo
Vit hjálpa eisini donskum og føroyskum lesandi, sum eru ella hava verið á einum av okkara samstarvsuniversitetum í lestrarørindum.
Vit gle∂a okkum at hoyra frá tær!
Hjá EDU tosa vit tíverri ikki føroyskt, og tí hava vit ikki nógv tilfar á føroyskum á heimasí∂u okkara. Men tá tú setur teg í samband við okkum ert tú vælkomin at tosa danskt ella enskt.
Vit gleða okkum at frætta frá tær, annaðhvørt umvegis telefon, teldupost ella næstu ferð vit eru í Føroyum.
|